Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur tryggan ólavsøku sigur

Jákup Ósá Myndir:Oliver Joensen

Klaksvíkingur vann sín 6. sigur á rað hetta kappingarárið og tryggjaði sær 3. FM heitið á rað.

At Klaksvíkingur trívist væl á ólavsøku sóu vit aftur hesaferð. Starturin var góður og so koyrdu teir sigurin trygt heim allan vegin inn á málið. Útskiftingin – har m.a. 46 ára gamli Martin Venned kom umborð sum 16. maður hetta kappingarárið – sá ikki út til at ávirka nakað sum helst. Á málinum vóru góð 2 sekund á muni millum Klaksvíking og Suðuroying. Havnarbáturin var aftur nakað aftari og hótti ongantíð hinar báðar.

Talan er um 3. FM heitið á rað hjá Klaksvíkingi, sum eisini hevur vunnið fleiri ferðasteyp til ognar í ár. Norðlýsið ynskir Klaksvíkingi til lukku við flotta úrslitinum.