Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur vann á Suðuroyingi á jóansøku

Jákup Ósá

Klaksvíkingur vann triðja róðurin á rað í dag við knappari bátslongd aftur til Suðuroyingin.

Í dag megnaði Havnarbáturin als ikki at fylgja við hinum báðum bátunum, ið vóru rættuliga javnir fyrstu 500 metrarnar. Men so fór Klaksvíkingur frá og legði í miðróðrinum grundarlagið fyri einum tryggum sigri. Í endaspurtinum broyttist einki og Klaksvíkingur vann við knappari bátslongd. Sostatt eydnaðist tað ikki Suðuroyingi at vinna á heimasjógvi, sum teir gjørdu í fjør.

Sostatt hevur Klaksvíkingur lagt seg 2 stig framum Suðuroyingin í FM kappingini.

Allur róðurin kann síggjast HER hjá KVF.

Úrslitið á jóansøku:

1. Klaksvíkingur 06:53.20
2. Suðuroyingur 06:55.19
3. Havnarbáturin 07:00.19

Samlaða støðan í FM kappingini:
1 Klaksvíkingur 27
2 Suðuroyingur 25
3 Havnarbáturin 20