Leygarkvøldið var snarróður á Havnarvág.
Hjá 10-mannaførunum var Klaksvíkingur við saman við 4 øðrum bátum. Og uppá hesar 140 metrarnar var tað Klaksvíkingur, sum kom fyrst á mál. Beint aftanfyri kom Hoyvíkingur.
Tað er enn ikki heilt greitt, um Klaksvíkingur verður við í FM kappingunum í summar, men sum skilst er góður møguleiki fyri hesum í løtuni. Tí báturin er javnan at síggja til venjingar á vágni. Fyrsti FM róðurin verður á Norðoyastevnu um 3 vikur.
Mynd: Vagnur Michelsen/Hvannrok.fo




