Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingurin í norskum fótbólti: Rógvi dagsins maður í venjingardysti

Norðlýsið ÍTROTTUR

– Føroyingurin Rógvi Jacobsen var dagins maður. Umframt sjálvur at vera málsøkin skapti hann fleiri málmøguleikar til sínar viðleikarar, skrivar norska Vikebladet.

Líkt er til, at tað gongur sera væl hjá Rógva Jacobsen í norskum fótbólti.

Talan er framvegis um venjingardystir, men gongdin er framvegis hin sama og góða, har klaksvíkingurin fær rós fyri síni avrik, bæði sum málskjútti og sum tann, ið leggur upp til málmøguleikar hjá viðleikarunum.

Seinasta avrikið var í einum venjingardysti millum Hødd og Alta, sum endaði 2-2.

Liðið hjá Rógva, sum hevði heimavøll hendan dystin hevði væl og virðiliga yvirtakið í dystinum. Hetta vátta tey óalmennu hagtølini fyri málmøguleikar í dystinum, sum varð leiktur á graslíkisvøllinum á Høddvoll sunnudagin.
Málmøguleikarnir hjá Hødd vóru 11 í tali, meðan vitjandi liðið, Alta, bert høvdu 5 av slagnum.

Kortini endaði dysturin við javnleiki 2-2, so liðið hjá Rógva var ikki líka effektivt sum Alta.

Rógvi gjørdi fyrsta málið í dystinum, tá ið hann í 35. minutti legði Hødd framum 1-0 úr stuttari frástøðu.

Føroyingurin var dagins maður. Umframt sjálvur at vera málsøkin skapti hann fleiri málmøguleikar til sínar viðleikarar, skrivar norska Vikebladet.

Harleywoodpaint