Tað er menningarstjórin, Rani Nolsøe, ið hevur samskipað luttøkuna hjá virkjum í Norðoyggjum og eisini Klaksvíkar Kommuna er við.
Sum eitt symbol fyri norðoyaluttøkuna, hevur reklamuvirkið Grafia saman við Looknorth evnað til ein vita úr flamingotilfari.
Tá vitin skuldi setast upp leygardagin, vísti tað seg at hann var ov høgur til høllina og tí varð neyðugt at stytta hann nakað, men tað gekk skjótt og væl.
Á Norðoyabásinum vera umframt Klaksvíkar Býrað, Norðlýsið, Looknorth, Norðfra, KBI og Com-Data.
North Atlantic Fish Fair letur upp týsdagin kl. 19 og er opin til hóadagin kl. 17.00. Framsýningin er opin allar dagarnar til kl. 17. Norðlýsið fer á heimasíðuni at hava regluligar frásagnir frá Fish Fare.




