Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klaksvíksdama letur upp gallarí í Havn

Jóhann Lützen

Í novembur 2016 lat upp forvitnisligur listavøruhandil og rammuverkstaður í Tórsgøtu í Havn. Dentur var frá fyrsta degi lagdur á at veita góða tænastu og dygdargott úrval innan rammur og alt, sum har til hoyrir. Umframt rammuverkstaðin, fevndi handilin eisini um eitt breitt úrval av listavørum og seinni eisini fjølbroyttari list.

Tað var Astrid Mouritsen, sum metti seg síggja ein tørv á einum listavøruhandli og rammuverkstaði í býnum, og hon valdi at gera nakað við tað.

Handilin, sum hon gav heitið Myndlist, varð væl móttikin frá byrjan og virksemið vaks skjótt. Saman við starvsfólkunum í Myndlist skipaði Astrid fyri listaframsýningum í gongini í lítla handlinum. Hóast hølini vóru lítil, var angin av listamáling, kreativum hugna og gestablídni ikki til at taka feil av, tá ein steig inn um gáttina í Myndlist. Ein serligur dámur, sum hevur fylgt Astrid í allari tilgongdini við at gera dreym til veruleika.

 

Astrid Mouritsen, fødd Tróndheim, er dóttir Dagny og Gerhard Tróndheim og er uppvaksin í Klaksvík. Hon giftist við Ragnari Mouritsen í 2005, tey búsettust í Hoyvík í 2008 og eiga í dag trý børn.

Sum ung byrjaði Astrid at arbeiða hjá abba sínum Jógvani Trondheim, sum var prentari, og har lærdi hon nærlagni og gott handverk. Seinni tók hon útbúgving sum grafikari, har hennara áhugi fyri list og kreativum uppgávum vaks. Eitt skifti arbeiddi hon millum annað sum grafikari í Cre8 í Klaksvík.

 

Astrid hevur altíð havt áhuga fyri myndlist og hevur málað nógv. Hon hevur millum annað gingið á kvøldskúla hjá Arcibald Black og Pól Skarenni.

Hóast hon hevur nógvar bóltar í luftini sum stjóri í Myndlist, smábarna­mamma og er gift við sjómanni, møtir hon altíð øðrum við einum smíli. Hon er lættlynt, vinarlig og hevur ein serstakan eginleika at duga at taka tingini, sum tey koma.

 

Síðani Myndlist lat upp í Tórsgøtu, hevur Astrid, við góðari hjálp frá manni, baklandi og Myndlist toyminum, økt nógv um virksemið og vøruúrvalið í handlinum. Í 2019 fekk hon møguleika at flyta Myndlist niðan í Niels Finsens Gøtu 16, í hølini har Radiohandilin fyrr hevði verið. Við góðu hølisviðurskiftunum, sum vóru munandi størri enn í Tórsgøtu, fekk hon møguleika at víðka nógv um virksemið.

 

Astrid hevur gjøgnum alla tilgongdina verið miðvís í sínum arbeiði og í dag er Myndlist vorðið eitt spennandi og litríkt stað til allar kreativar sálir innan mest sum øll listaøki. Ein fjølbroyttur handil við stórum rammuverkstaði, breiðum úrvali av hágóðsku listavørum, einum spennandi og litríkum gallaríi, nethandli umframt myndaprenti og verkstaði í kjallaranum. Í 2020 keypti Astrid nethandilin www.svart.fo, har millum annað myndaprent og løriftsmyndir kunnu bíleggjast, sum verða framleidd í Myndlist.

 

Dreymurin hjá Astrid var frá byrjan at lata upp eitt gallarí og geva lærdum sum ólærdum møguleikan at sýna fram teirra list. Hesin dreymur gjørdist av álvara veruleiki 3. apríl 2021, tá nýggja gallaríið Williamsstova lat dyrnar upp við eini stórfingnari søluframsýning við verkum eftir millum annað Mykines, Ingálvi av Reyni, Frimod Joensen, Hansinu Iversen og øðrum.

 

Williamsstova, sum er staðsett í millum Myndlist og Marjum Heimá, er eitt nýtt gallarí mitt í hjartanum í býnum, júst sum Astrid hevur arbeitt fram ímóti, síðani hon byrjaði sítt virksemi í 2016. Og tað er við einum brosi, at hon greiðir frá, at høvuðsendamálið við Williamsstovu er at skapa karmar um og menna føroysku listina – bæði hjá royndum listafólki og hjá listaspýrum.

Hon leggur afturat, at umstøðurnar at hava krea­tivar verk­stovur eru eisini góðar og tá er upp­lagt at hava fram­sýning av gjørdum verkum aftaná. Møguleiki er eisini fyri at hava fyri­lestrar og annað skeiðs­virksemi í Williamsstovu.

Fyrstu gestasýnararnir hava havt fernisering í Williamsstovu eftir páskir og framyvir verður møguleiki at bíleggja Williamsstovu frá hósdegi til og við týsdag við at skriva til williamsstova@myndlist.fo ella við at ringja á tel. 259505. Og hon leggur afturat, at best er at gera skjótt av, tí áhugin er longu stórur.