Valborg Hammer, sum er ættað og býr í Klaksvík, er vorðin Føroyameistari við Jarnbardi í dag. Hetta er hennara fyrsta føroyameistarheitið nakrantíð. Fyrstu ferð hon vann ein róður, var á Norðoyastevnu í ár. – Eitt fantastiskt ár, sigur hon.

Tveir meistarar eru funnir á Vestanstevnu í dag. Hjá 6-mannaførum hjá kvinnum gjørdist Jarnbardur meistari og hjá 5-mannaførum hjá gentum er Erla Kongsdóttir vorðin meistari. Hjartaliga tillukku siga vit á Norðlýsinum.
– Hetta er ein fantastisk kensla, sigur Valborg Hammer, sum hevur róð í nógv ár eftir hondini.
– Vit ætla okkum at gera arbeiðið liðugt á Ólavsøku og tá verður tað eisini feira, greiðir hon frá við einum stórum smíli.