Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíksingar mugu standa saman um fiskivinnuna!

Oddmar á Lakjuni Býráðsvalevni Fólkafloksins

Tað er ræðandi fyri okkum her í Norðoyggjum, tað ið landsstýrið hevur ætlanir um at seta í gongd. Hóast tilmælið til eina komandi fiskivinnunýskipan er gjøgnumsúrgað av ótryggleika, so hevur samgongan meldað út, at hon er samd um at føra hana út í verk. Vit klaksvíksingar og býráðslimir, líkamikið politiskan lit, mugu fyri alt í verðini standa saman um at verja okkara núverandi sterku fiskivinnu, okkara primeru vinnu, sum ger íløgur og skapar nógv arbeiðspláss í Klaksvík og Norðoyggjum og heldur ein stóran part av tí sekunderu vinnuni koyrandi. Tað er av avgerandi týdningi fyri Klaksvíkar kommunu, at okkara primera vinna áhaldandi sleppur at endurnýggja seg og gera íløgur.

Fólkavaldir býráðslimir mugu arbeiða hart ímóti ætlanini hjá landsstýrinum, tí blívur uppisølan veruleiki, verður tað ein vanlukkulig kollvelting av okkara høvuðsvinnu, og Klaksvíkin og Norðoyggjar standa eftir sum taparar. Kapitalurin verður tikin úr vinnuni og endar í einum kassa, sum í forvegin er um at eksplodera av almennum forbrúki í Tórshavn. Hetta má ikki henda, og eg ætli mær ikki at hyggja at, meðan milliónirnar hvørva úr Klaksvíkar kommunu, sum sjálvsagt fer at hava niðurbrótandi ávirkan á sekunderu vinnurnar og almennu tænasturnar í Klaksvíkar kommunu. Klaksvíksingar og býráðslimir mugu standa saman um hetta álvars mál, so fiskivinnan framhaldandi fær bestu karmar í Klaksvík!

Oddmar á Lakjuni

Býráðsvalevni Fólkafloksins, hin 8. November 2016