Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkskappingin 05 – B36-Skála 1-0 (1-0): B36 og Skála skuffaðu

John William Joensen

Fyrsti dagurin í Klaksvíkskappingin í fótbólti er farin aftur um og í dag skulu KÍ og B36 spæla finaluna

Fyrri dysturin var millum B36 og Skála, men tað gjørdist ongantíð nøkur uppliving.
Hettar er tann tíðin at liðini venja hart og er hetta óivað høvuðsorðsøkin til at B36 og Skála als ikki leiktu upp til tað ein hevði vantað.
Dysturin var svøvnligur við sera fáum málmøguleikum.
 
Allan Mørkøre í front
Einasta málið í dystinum kom í fyrra hálvleiki og tað stóð Allan Møkøre fyri.
Hóast baði liðini skuffaðu so er tað kanska ein møguleiki at vit fara at síggja Allan Mørkøre av og á í front hjá B36.
Allan er sera kropssterkur, og hóast skjótleikin ikki er longur so var hann fleiri ferðir um at ganga seg ígjøgnum verjuna hjá Skála.
Allan fekk ein stikning og so kempaði hann seg leysan av verjuni og tá hann kom at standa einsamllur við málverjanum ivaðist hann ikki menn sendi bóltin undir málverjan og í netið.
 
Dysturin kann tó als ikki brúkast til at meta um liðini og tí verur spennandi um Skála og B36 klára seg betur í dag.
Skála skal spæla móti HB um 3. og 4. plássið í dag kl. 13 og B36 møtir KÍ í finaluni kl. 15.