Enn er ov tíðliga at samanbera liðini men í gjár átti KÍ munin
KÍ- liðið teir 11 sum byrjaðu dystin
Mathias Samuelsen
Leon Ovi Niclas Eyðun
Arnold Atli Danielsen – Høgni Madsen Heðin á Lakjuni
Erling og Hjalgrím
Tað ber als ikki til at samanbera styrkina á ymisku liðunum, sum luttaka í Klakssvíkskappingini tí talan er um venjingar dystir og leikarar venja sera hart hesa tíðina og tað ávirkar eisini fótbóltsspælið.
Eisini er hetta tíðin tá yngri leikarar í venjingarstøði eru framman fyri teir eldru, sum náttúrliga brúka longri tíð at koma í venjing.
Hetta løgdu vit serliga til merkis á HB liðnum har eldru leikararnir komu sera illa frá dystinum og spældu langt undir tað sum vit annars kenna teir fyri.
KÍ vísti dygdir
Men skulu vit gera eina meting so vísti KÍ-liðið sera góðar dygdir, og sum vit hava skrivað áður so hevur liðið við leikarum sum Heðin á Lakjuni og Hjálgrím Elttør, fingið fleiri streingir at spæla upp á í offentsiva partinum.
Við Erling Fles, Hjalgrím Elttør í frontinum saman við Heðin á Lakjuni í vinstru síðu og Arnold Joensen í høgru síðu hevur KÍ fýra skjótar mans sum gera álopið hjá KÍ til eitt tað vandamiklasta í landinum.
Harafturat hava vit Atla Danielsen á miðvøllinum samna við nýggja Kambsdalsbúgvanum Høgna Madsen.
Liðskiparin Atli Danielsen er væl kendur men nýggji maðurin á miðjuni, Høgni Madsen, var ein sera positiv uppliving og hann virkaði sera væl baði í verju støðu og í álopsstøðu.
Dysturin
Arnold Joensen fekk eina flúgvandi byrjan tá hann fluktaði KÍ í front við einum klassa langskotið tá bert 15 minuttir vóru farnir av dystinum.
Støðan helt ser til hálvleiks.
KÍ sat á dystinum og stutt inn í seinra hálvleik kemur eitt innlegg úr høgru síðu og Heðin á Lakjuni tveitir seg fram og heddar bóltin í netið. Eitt sera gott mál
Tá umleið hálvur tímið er farin av seinra hálvleiki far KÍ horna og so er tað Ovi Nysted sum eins og Heðin tveitir seg fram og heddar bóltin í etið til 3-0.
Løtu seinri redusera HB til 1-3 men í seinastu minuttunum ger HB verjan sjálvmál og so var endaliga støðan 4-1 til KÍ
Samanumtikið so vísti KÍ sera góðar dygdir meðan HB leikti langt undir tað vit kenna teir fyri.




