Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkskappingin 2009

Oliver Joensen

Tað vera EB/Streymur, HB, B36 og KÍ, sum fara at kappast í Klaksvíkskappingini um vikuskiftið, samb. KÍ-heimasíðuni.

Lutakastið um hvør skal møta hvørjum verður seinnapartin í dag og kunngjørt í 3-2 sendingini í kvøld

Um viðrar verður Klaksvíkskappingin um vikuskiftið og tað eru ávíkavist EB/Streymur, HB, B36 og KÍ sum luttaka í ár.

Innbjóðingar eru farnar út til feløgini og fjølmiðlarnar.

Av tí at stórdystur verður í Onglandi leygardagin ímillum Manchester United og Liverpool kl. 12.45 verður fyrsti dysturin í Klaksvíkskappingini bríkslaður í gongd kl. 15.00 og tann næsti kl. 17.00

Nevndin í KÍ hevur til fánýtis roynt at fingið enska fótbóltssambandið at útsett Man U – Liverpool dystin 🙂