Fyrireikingarnar til komandi kappingarár ganga við rúkandi ferð, og nú er Klaksvíkskappingin løgd
Venjararnir í luttakandi feløgunum leggja í hesum døgum venjingardystirnar til rættis og tískil hevur tað týdning, at Klaksvíkskapping verður løgd í góðari tíð. Klaksvíkskappingin er høgt í metum og liggur beint undan kappingarbyrjan, og tískil er formkurvan komin rættuliga høgt tá liðini dystast.
Klaksvíkskappingin verður leygardagin 20. februar og sunnudagin 21. februar 2016.
Luttakandi liðini eru B36, NSÍ, Víkingur og KÍ.




