Í morgin og sunnudagin verður árliga Klaksvíksappingin, ið hevur 27 ár á baki.
Í morgin og sunnudagin verður árliga Klaksvíksappingin, ið hevur 27 ár á baki.
Tað verður sagt frá brúkiligum veðri um vikuskiftið í Klaksvík og tí væntast kappingin at blíva avgreidd uttan trupulleikar av veðrinum, sum annars onkuntíð fyrr. Í ár verður fyri fyrstu fer í fleiri ár kapping millum fýra tey bestu liðini undanfarna ár. Tí KÍ endaði í fjør sjálvt í topp 4, sum ikki er komið fyri ofta seinastu árini. Klaksvíkskappingin í ár er tí kanska serliga áhugaverd, tí hetta eru fýra lið, sum – øll – av mongum vera mett at hava realistiskan møguleika at vinna FM. Munurin tykist á pappírinum ikki at vera stórur, men kanska gevur Klaksvíkskappingin eina ábending um, hvørji lið hava munin í løtuni, nú bara tvær vikur eru til kappingarbyrjan.
Skráin fyri Klaksvíkskappingina er hendan:
Leygardagin 25. februar:
Kl. 13.00: Víkingur-B36
Kl. 15.30: KÍ-NSÍ
Sunnudagin 26. februar:
Kl. 13.00: Dystur um 3. plássið
Kl. 15.30: Finalan




