Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkskappingin: KÍ-NSÍ 1-2

Jákup Ósá

KÍ og NSÍ kappast um at koma í finaluna móti Víkingi.

KÍ: Meinhardt P. Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Ísak Simonsen, Boris Dosljak – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Takuya Matsunaga, Simen Sandmæl – Torbjørn Grytten, Patrik Johannesen

NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Oddur Højgaard, Jóhan T. Davidsen, Pól Jóhannus Justinusen – Andri Benjaminsen, Peder Nersveen, Jann Martin Mortensen, Jann Benjaminsen – Búi Egilsson, Petur Knudsen

4 min.: 0-0 og eingin stórur málmøguleiki higartil.

21 min.: Stórur møguleiki til NSÍ eftir, at Takuya Matsunaga misti ein av fleiri bóltum hesa fyrstu løtuna. Meinhardt P. Joensen bjargaði væl skoti frá Petur Knudsen. 

49 min.: Simen Sandmæl hevur lagt KÍ á odda 1-0 við góðum langskoti stutt eftir hálvleik. Patrik Johannesen er farin út í hálvleikinum við skaða. 

53 min.: Búi Egilsson hevur javnað til 1-1 eftir gott uppspæl frá Petur Knudsen. 

71 min.: Stórur møguleiki til Jann Martin Mortensen, men hann fekk ikki skot úr góðari støðu. 

74 min.: 2-1 til NSÍ. Pól Jóhannus Justinussen legði innfyri og Petur Knudsen skorar. 

89 min.: Stórur møguleiki til Jann Martin Mortensen eftir, at Meinhardt P. Joensen spældi bóltin skeivt út. Men bólturin fór uppum í nógva vindinum, sum ávirkar nógv spælið. 

Liðugt. Tað endaði 2-1 til NSÍ og talan var um uppibornan sigur. Dysturin var nógv ávirkaður av vindinum. Talan var ikki um vælspældan dyst, men NSÍ hevði munin og hevði eisini fleiri stórar málmøguleikar afturat teimum báðum málunum. Bæði liðini spældu í sterkari uppstilling, tó at onkrir leikarar mangla, sum kunnu væntast at spæla seinni. Kristian Joensen, Óli Ey. Poulsen og Deni Pavlovic vóru m.a. ikki við hjá KÍ, meðan Klæmint A. Olsen, Øssur Dalbúð, Bárður J. Hansen og Betuel Hansen ikki vóru við hjá NSÍ.