Leygardagin og sunnudagin fáa klaksvíkingar høvið at síggja fyrstu fyrstudeildardystirnar í ár, tá Klaksvíkskappingin fer av staplinum.
Lutakast var ídag í sendingini hjá Norðlýsinum á Rás2 og bleiv úrslitið, at kl. 15 leygardagin skulu KÍ og B36 spæla og Kl. 17 bresta B68 og HB saman.
Sunnudagin kl. 15.15 verður so dysturin um triðja plássið og kl. 17.15 verður finalan. Orsøkin til at dysturin sunnudagin er settur til at byrja kl. 15.15 er, fyri ikki at órógvað grækarismessuhaldið.
Tað er Klaksvíkar Býráð, sum er vertur við Klaksvíkskappingina og tað er eisini býráðið, ið hevur latið steypið.
Fyri tveimum árum síðani vann GÍ steypið í Klaksvíkskappingini til ognar og í fjør gav býráðið so eitt nýtt steyp, sum KÍ vann. Spennandi verður at síggja um vit klára at varðveita steypið í Klaksvík. Venjarin segði í hvussu so er í sendingini á Rás2 at KÍ fór eftir sigrinum.




