Lutakastið lagaði tað soleiðis, at føroyameistarin og steypavinnarin møtast í aðrari hálvfinaluni, meðan B36 og KÍ møtast í hinari.
Árliga styrkiroyndin áðrenn kappingarárið hevur í fleiri ár verið Klaksvíkskappingin, sum í 2008 verður leygardagin og sunnudagin 1. – 2. mars 2008.
Eins og í 2007 ger KÍ eitt sindur burtur úr.
Bestu dreingjaliðini
fara eisini at kappast
Leygarmorgunin verður tann sonevnda John Reid Cup 2008 fyri Føroya bestu dreingir, sum er ein talentkapping fyri Føroya bestu ungu fótbóltsspælarar.
Undómsdeildin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag skipar fyri hesi kappingini, sum er ein upphiting til sjálva Klaksvíkskappingina, har teir bestu dreinjaliðsleikararnir í 2007 fara at kappast um John Reid Steypið.
Leygarmorgunin 1. mars.
Kl. 9:00 KÍ – HB
Kl. 10:00 KÍ – VB/TB
Kl. 11:00 HB – VB/TB
Kaffiprát saman
við KÍ-venjaranum
Eitt annað tiltak í sambandi við Klaksvíkskappingina verður leygardagin 1. mars kl. 12:00, tá ein hugnaløta verður í Café KÍ.
Hesa løtuna kunnu fótbóltsáhugað keypa sær kaffi o.a., samstundis sum tey fáa høvi at hoyra høvuðsvenjaran hjá KÍ, Eyðun Klakstein, greiða frá sínum ætlanum fyri 2008. Eyðun fer eisini at svara spurningum.
Venjarapallborð
við Una Arge
Kl. 17:15 leygardagin 1 .mars verður hugnaløta við sangi og fótbóltspráti í Café KÍ, sum fyrrverandi landsliðsleikarin og HB toppskjúttin, Uni Arge, skipar fyri.
Við pallborðið fara teir fýra fremstu venjararnir í Formuladeildini at tosað um fótbólt, um kappingina, sum stendur fyri framman. Høvi at seta panelinum spurningar.
Teir fýra Formuladeildarvenjararnir eru:
Jóhan Nielsen høvuðsvenjari hjá NSÍ
Heðin Askham, høvuðsvenjari hjá B36
Sigfríður Clementsen, h.venjari hjá EB/STR
Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá KÍ.
Eisini kemur Uni Arge at syngja sangir av nýggju fløguni.
Dystarskráin í
Klaksvíkskappingini:
LEYGARDAGIN 1. MARS
Kl. 12:45 B36 – EB/STR
Kl. 15:00 KÍ – NSÍ
SUNNUDAGIN 2. MARS
Kl. 12:45 Dystur um 3. og 4. pláss
Kl. 15:00 Finalan
Eftir finaluna handar borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, vinnandi liðnum Klaksvíkssteypið
KAPPINGARREGLUR
Fyri dystirnar í Klaksvíks Kappingini eru vanligu fótbóltsreglurnar galdandi tó við hesum frávikum.
1. Gul og reyð kort eru bert galdandi fyri dystin har tey vera givin, og leikari sum far reyða korti kann ikki koma inn aftur sama dyst. Heldur ikki kann annar leikari koma á vøllin fyri tann útvísta!
2. Liðini kunnu skifta upp til 8 leikarar í einum dysti, men ikki er loyvt at skifta sama leikarar inn/út fleiri ferðir. Í samband við útskifting skal dómarin hava boð sum vanligt.
3. Allir dystir skullu avgerast og stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð verður farið beinleiðs til brotssparksskapping.
NB: Har sum ikki annað er tilskilað eru vanligu fótbóltsreglurnar galdandi.
HØVUÐSSTUÐUL fyri Klaksvíkskappingina er Klaksvíkar Býráð.




