Lutakast um, hvussu spælast skal, verður í sendingini hjá Norðlýsinum á R7 fríggjadagin.
Lutakast um, hvussu spælast skal, verður í sendingini hjá Norðlýsinum á R7 fríggjadagin.
Eins og vanligt er, so verður árliga Klaksvíkskappingin eisini á skránni áðrenn kappingina í mansfótbólti í ár. Hetta er ein kapping millum KÍ og so trý tey bestu mótstøðuliðini undanfarna ár. Hesaferð er talan um fýra tey bestu liðini í fjør, tí liðini sum luttaka eru Víkingur, NSÍ og B36 sum saman við KÍ myndaðu topp 4 stríðið í fjør og sum av teimum flestu, kanska saman við HB, vera mett at hava bestu møguleikarnar at enda millum tey fremstu aftur í ár. Kappingin verður í ár hildin í vikuskiftinum 25.-26. februar, sum er tvær vikur áðrenn kappingarbyrjan.
Í sendingini hjá Norðlýsinum á R7 fríggjadagin verður drigið lut um, hvussu spælt verður. Tó er avgjørt, at heimaliðið KÍ spælir seinna dystin leygardagin. Annars vera dómarar úr Effodeildini og sama mannagongd, sum undanfarnu ár, har hóparnir hjá øllum fýra liðunum eru bodnir uppá loftið í KÍ høllini til ein bita og hugnaliga samveru.
Skráin:
Leygardagin 25. februar:
Kl. 13.00: Fyrra hálvfinalan
Kl. 15.30: Seinna hálvfinalan (KÍ er annað liðið her)
Sunnudagin 26. februar:
Kl. 13.00: Bronsudystur
Kl. 15.30: Finalan
Klaksvíkar Býráð letur ognarsteyp til vinnandi liðið.




