Fyrsta kappingin í árinum, Klaksvíkskappingin, er ásett at verða leygardagin 3. mars og sunnudagin 4. mars.
Luttakandi liðini í Kappingini eru altíð umframt KÍ, trý tey fremstu liðini frá undanfarna kappingarárið.
T.v.s. at í ár fara KÍ, HB, EB/STR og B36 at kappast um Klaksvíkssteypið.
Frá KÍ verður sagt at ætlanin er at gera meira burtur úr kappingini í ár, tí hetta er fyrsta ferðin at kappingin er síðan Norðoyatunnilin lat upp. Meira um hetta seinri.




