20 dart spælara høvdu leitað sær í nýggju hølini hja Klaksvíkar Dartfelag at luttaka í fyrstu kappingini hjá ný-endurstovnaða felagnum. Kappast var í einstaklingum og í double. Hja monnum var eingin ivi um, hvør besti leikarin var. Fróði Baldvinsson sló allan iva til viks og vann allar dystirnar í kappingini. Í eini vælleiktari og spennandi finalu vann Fróði 6-4 á Una Heðinsson. Nr 3 blivu Bogi Isaksen og Sólarn Isaksen. Fægst pílar fekk Kristian Joensen (18) og hægsta útgangin fekk Bogi Isaksen við 93.
Kvinnurnar royndu seg eisini fyri fyrstu ferð nakrantíð í Klaksvíksmeistaraheitinum. Finalan stóð millum Duritu Joensen og Liljan Jacobsen. Finalan ið var rættiliga spennandi endaði við at Durita vann 3-2. Nr 3 blivu Terja Ósá og Hanna Nielsen. Durita Joensen fekk eisni fægst pílar (31) og hægsta útgangin við 42 átti Liljan Jacobsen.
Í kappingini í yvímansleiki vunnu Fróði Baldvinsson og Kristian Joensen allar dystirnar og eisini kappingina, í finaluni vunnu teir 4-2 á Torbirni Hjelm og Anker Hansen. Nr 3 gjørdust Bogi Isaksen – Kjartan á Stongunum og Allan Larsen – Ólavur Jacobsen. Høgsta útgangin áttu Torbjørn og Anker við 62, meðan Fróði og Kristian høvdu fægst pílar við 22.
Frá Klaksvíkar Dartfelag frættist, at nógv fólk datt inn á gólvið og vóru tey stak væl nøgd við kappingina. Nú hølini eru opnaði, verður byrja regluliga at venja. Venjingartíðirnar eru Týskvøld og Hóskvøld frá kl 19.




