Komandi leygardag skipar endurstovnaða Klaksvíkar Dartfelag á fyrsta sinni fyri kapping í Klaksvík.
Komandi leygardag skipar endurstovnaða Klaksvíkar Dartfelag á fyrsta sinni fyri kapping í Klaksvík.
Nevndin í KDF hevur avgjørt at leygardagin 7. desember verður alment opnað fyri nýggju hølunum. Opnað verður við einum braki av eini kapping. Kappast verður fyri einstaklingar bæði hjá kvinnum og monnum. Og aftaná einstaklinga kappingarnar verður – um nóg nógv tekna seg – farið til double kapping. Spælt verður 501. Tilmelding fer fram í hølum felagsins frá kl. 11. Kappingin byrjar kl. 13. Kostnaður 100 kr. (einstaklingar) og 100 kr. (parið). Fyrireikararnir vóna og vænta at síggja nógv fólk og eisini “kjallaraspælarar”. Av tí at hettar er Klaksvíksmeistaraheitið, kunnu einans leikarar, ið eru relateraðir til Klaksvíkina og Norðoyggjar verða við.




