Nógvir leikir í longum talvi, verður sagt og tað kunnu teir báðir, uppfinnarin Levi Heinesen og jarnsmiðurin, Kjartan Hansen frá Mekanor sanna. Endiliga er patentumsóknin, sum arbeitt hevur verið við í langa tíð, gingin á møti. 27. Mai 2014 er brævið frá Awapatent dagfest, sum sigur frá, at Spf Á Bakkanum hevur fingið evropeiskt patent upp á róðrið, sum Levi Heinesen fann upp og sum Kjartan Hansen frá Mekanor tók til sín.
Nógvir leikir í longum talvi, verður sagt og tað kunnu teir báðir, uppfinnarin Levi Heinesen og jarnsmiðurin, Kjartan Hansen frá Mekanor sanna. Endiliga er patentumsóknin, sum arbeitt hevur verið við í langa tíð, gingin á møti. 27. Mai 2014 er brævið frá Awapatent dagfest, sum sigur frá, at Spf Á Bakkanum hevur fingið evropeiskt patent upp á róðrið, sum Levi Heinesen fann upp og sum Kjartan Hansen frá Mekanor tók til sín.
Eftir at hava gjøgnumhugsað nýggja róðrið, gjørdi Levi Heinesen nakrar praktiskar royndir. Eitt slíkt royndarróðurróður gjørdi Jørgen Ellingsgaard á Pomek. Tað róðrið bleiv sett upp undir bátin hjá Richard Thomsen, og tað riggaði somikið væl, at Levi Heinesen fekk sannført Kjartan Hansen, vinmann, granna og stjóra á Mekanor um projektið, og at rætt hevði verið at roynt at gjørt eitt rættuligt róður til eitt størri skip.
Kjartan Hansen, sum bleiv eldhugaður fyri sakini, bar hetta upp á mál við Guttorm Simonsen, ið tá átti Polarstjørnuna. Guttorm bleiv líka bilsin og sannførdur um róðrið sum Kjartan, og teir báðir avtalaðu so, at um Mekanor gjørdi prototypuna, so skuldi hann seta línuskipið Polarstjørnuna til at royna róðrið á, og riggaði róðrið eftir ætlan, so skuldi reiðaríið hjá Polarstjørnuni gjalda tilfarið: ”Smíða tú róðrið, so skal eg leggja skip til”, tað vóru orðini frá Guttormi Simonsen, reiðara. Hetta lyfti hansara fekk veruliga gongd á projektið, sigur Kjartan Hansen.
Nú var bara at fara ígongd. Vit eru nú í mai mánaða í 2010. Polarstjørnan skal á beding 14. august, so her er at bera skjótt at. Jón Magnussen frá Naucon fer undir at tekna og Kjartan undir at skera teir ymisku lutirnar út og sveisa.
28. august í 2010 er alt arbeiðið liðugt. Gamla róðrið er tikið undan Polarstjørnini og SWIFT TURN, sum róðrið nú eitur, er sett uppundir. Hetta er gjørt við loyvi og eftirliti frá Norsk Veritas, sum hevur góðkent tekningarnar til róðrið at seta róðrið upp undir skipið sum eina roynd í ½ ár.
Fyrst í september verður róðrið so roynt við at siglt verður á Vágni, og alt sýnist rigga væl. 3. september í 2010 fer Polarstjørnan so á royndartúr nr. 2, at seta tveir stokkar norðanfyri. Alt gongur væl á túrinum og skjótt eftir hetta fer Polarstjørnan til fiskiskap.
Norsk Veritas loyvdi sum sagt, at róðrið kundi standa undir í eitt hálvt ár, til tá Polarstjørnan aftur skuldi upp til eftirlit. Tríggjar ferðir fekk Polarstjørnan eina royndartíð upp á hálvt ár, og hvørja ferð gav Norsk Veritas viðmæli til at halda áfram, til stuttu loyvini endaðu við at Polarstjørnan fekk loyvi at sigla í eitt ár. Eftir royndartíðina uppá trý og eitt hálvt ár, fingu róðrið, sum Mekanor hevði gjørt, tekningarnar, sum Mekanor hevði gjørt saman við Naucon og uppfinningin hjá Levi Heinesen, so endaligar leiðreglur at halda áfram at tekna nýtt róður, nú prototypan hevur staði sína roynd, frá Norsk Veritas.
Einastandandi róður
Levi Heinesen er skipstimbursmiður og sjómaður, og so býr hann heilt niðri við sjóvarmálan á Bakkanum á Stongunum, í barnaheimi sínum.
Alt hansara lív hava skip og bátar fylt nógv. Í kjallara sínum á bakkanum hevur Levi gjørt sær ein lítlan verkstað, og her hava stundir verið at hugsa og eksperimentera innímillum arbeiðini, ið skuldu gerast.
Uttanfyri vindeygað havi eg sæð, hvussu torført tað mangan hevur verið hjá skipum og bátum at leggja til og fara frá brúgvunum á Vágni. Eg fór at hugs um, um tað ikki mundi bera til at gera okkurt við manøvrerings førleikan.
Um róður hjá skipum visti eg nógv. Serliga at tey vanligu róðrini høvdu eina róðurstammu, sum tey snaraðu um, og at tey, tá tú koyrdi róðrið í borðið, bert tóku helvtina av skrúvuvatninum við sær, orsakað av at róðurstamman stóð miðskips beint aftanfyri skrúvuna.
Eg visti eisini, at nýggjara flappróðrið, umframt at hava ein flapp aftast á róðrinum, eisini hevði ein flapp frammanfyri róðurstammuna, men framvegis fór nógv skrúvuvatn framvið róðrinum uttan at róðrið brúktu megina frá tí til at venda skipinum við.
So eg fór at putla við hugskotinum um at gera eitt róður, sum megnaði at brúka allan sjógvin, ið kom aftur við skipinum frá skrúvuni, í bæði borð.
Aftanfyri skrúvuna á einum skipi, sum siglir við nógvari ferð, arbeiða nógvar kreftir, og tí krevst ein unik konstruktión, um eitt róður skal klára slíka megi. Hendan knútin hava ivaleyst fleiri roynt at loyst, uttan at komið er á mál, men við fyrsta uppskotinum, sum eg gjørdi mær úr træði á snikkarabonkinum við sjóvarmálan á bakkanum, eydnaðist tað mær at sannføra serkunnleikan, Kjartan Hansen og seinni Guttorm Johannesen, at eg hevði loyst gátuna og tí er SWIFT TURN róðrið í dag veruleiki, við góðkenning frá Norsk Veritas og við patentgóðkenning í Evropa. Patentmyndugleikarnir hava kanna og hava funnið útav, at ongin onnur slík róðurloysn er framløgd nakra aðrastaðni í heiminum áður.
Máttmikið róður
Nú hevði verið spennandi, um onkur vildi latið annað skip til enn eitt SWIFT TURN róður, sigur Kjartan Hansen. Við tilvísingum frá Norsk Veritas og við royndunum frá Polarstjørnuni hava vit saman við Jón Magnussen frá Naucon tekna eitt nýtt róður, sum vit eru sera spentir uppá at sleppa at royna.
Oljusparing
Royndirnar frá Polarstjørnuni vísa, at skipið spardi nógva olju við nýggja róðrinum. Orsøkin var, at av tí at róðrið stýrdi so optimalt skrúvuvatninum, so skuldi sera lítil flyting av róðrinum til at halda skipinum á kósini og ikki minst vær sera lætt at halda skipinum rætt á línuni ímeðan drigið var.
Eg eri eisini sannførdur um, at hjá trolarum er nógv olja at spara við at seta eitt SWIFT TURN róður uppundir skipið. trolinum og virka sum lemmur, so bremsar tradionella róðrið í øðrum borðinum ímeðan skrúvuvatni í hinum borðinum fer ótarnað framvið. SWIFT TURN róðrið bendir alt skrúvuvatnið tann vegin tú vilt hava tað at fara tá tú snarðar. Umborð á Polarstjørnini virkaði tað so væl, at um teir sigldu upp á spring við skrúvu fram og róðrinum í borðinum, so bakkaði skipið, so effektivt stýrdi róðrið skrúvuvatninum..
Hugsar tú so um trolarar, ið trola á tradionellan hátt, har báðir wierarnir mótarbeiða einum tradionellum róðri, so er onki at ivast í, at her er nógv olja at spara við SWIFT TURN. – Eg eri vísur í, at hjá fleiri skipum verður tað sum at fáa eina bógvskrúvu við nýggja róðrinum.
Áhugi aðrastaðni
Sjálvt um vit hava arbeitt við hesum SWIFT TURN róðrinum nú í fleiri ár, so er patentið fyrst nú komið í hús hjá Spf. Á Bakkanum, sum Levi, eg sjálvur og onnur eiga saman, so enn hevur ikki nakað søluarbeiði verið gjørt, sum er vert at nevna, men tó hevur áhugi verið fyri róðrinum. Eisini uttanlanda.
Umframt at vit hava fingið fyrispurningar frá trimum ymiskum føroyskum reiðaríðum, so hava vit verið í Noregi á fundi við róðurframleiðara, ið helst hevur áhuga í at framleiða róðrið og eisini at keypa patentið, so sigast má, at tað sær út til at vit fara at ganga eini spennandi tíð í møti.




