Tað undrar ikki, at “Klaksvíksstríðið” vakti áhuga á torradøgunum, og hóast veðrið ikki var serliga gott, so møttu eini 180 fólk upp til áhugaverdu framløguna og hugleiðingarnar hjá Líggjas í Bø í Miðhøllini á Skúlatrøð í gjárkvøldið – kallað “Klaksvíksstríðið”.
Líggjas kom inn á, hví hetta málið vakti so stóran áhuga og eldhug millum klaksvíkingar í síni tíð. Eisini hugleiddi hann um, at stundum kunnu smámál gerast stórmál, sum ein ikki hevði ætlað ella roknað við. Hann vísti á onnur dømi her heima og úr søguni – m.a. hvussu fyrri heimsbardagi byrjaði.
Men spenningurin millum “stóra og lítla beiggja” – Klaksvík og Tórshavn ella Føroyar og Danmark er helst ein partur í málinum. Í Klaksvík ella Norðoyggjum búðu um hetta mundið – og fyri tað ein 10 % av Føroya fólki, sum stóð fyri einum útflutningsvirði á eini 40 % av landsins útfluttningi.
Í 30-unum tá ið føroyingar tóku upp fiskaríð við Grønland, kendu føroyingar seg illa hagreiddar av dønum, og tað kom fyri at skotið var eftir føroyingunum, tá ið teir vildu inn í havn í Grønlandi vegna veður.
Fólk lótu sær ikki siga, at fólkaatkvøðan 14. september 1946, sum vísti ein meiriluta fyri loysing, og sum í Klaksvík vísti 72 % fyri loysing – og sigst at fyri útoyggjarnar her norðuri vísti enn meira, varð bert tagd burtur.
Tí helt Líggjas, at fleiri tættir spældu við til at so stórur spenningur gjørdist kring “lækna- ella Klaksvíksstríðið”. Ja, onkur vil siga, ein stórur spenningur, at fólk helst ikki snakka um hesa hending. Spenningurin sprettur úr læknaloysi í Klaksvík tá, síðani kemur lækni, sum fólk hildu av, og tá ið so “yvisvøldin í Tórshavn” vil hava hann burtur aftur – eisini við fremmandari hjálp úr Danmark, varð ovboðið hjá klaksvíkingum.
Bókin “Klakksvíksstríðið – 1952 – 1955”, sum Líggjas í Bø hevur skrivað, lýsir hetta stríðið, so sum Líggjas upplivdi tað. Tó styðjar hann seg til hópin av skjølum, hann er sloppin at granska í úr skjalagoymslum her heima og í Danmark um hesa tíð og hending.
Eitt upplag á 1000 bøkur komu út undan jólum og varð hon rivin burtur. Tí er nýliga komið II. upplagið av bókini, sum er eitt gott klípi til hesa drúgvu og duldu søgu um eitt serligt tíðarskeið í Klaksvíkar søgu.
Aftaná framløguna varð boðið til ein kaffimunn og varð nógv prátað í teimum ymsu krókunum um upplivingar, fólk høvdu verið fyri ella høvdu hoyrt um.




