Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkstónar á Skarv

Norðlýsið

Eyðun Nolsøe BAND á Skarv leygarkvøldið

Komandi leygarkvøld fara fyrstu tónleikarir á pallin á Skarvinum í Keypmannahavn 2007. Føroyska spælistaðið leggur út við nýggjum og gomlum løgum hjá Eyðun Nolsøe. Meðan Eyðun syngur og spælir guitar, so verða góðir tónleikarir at stuðla honum. Pætur við Keldu syngur og spælir keyboard og Arnold Ludvig spælir bass.



Frá Skarv frætta vit, at tey hava ætlanir um at húsa livandi tónleik nærum hvørt vikuskifti í 2007, burtursæð frá summarfrítíð og um jóltíð. Meiningin er eisini at húsa íslendskar solistar og bólkar nú promotarin er á sjarmuoffense í Reykjavík.



Tey vænta væl av gestum leygarkvøldið, tí tey ungu eru komin niður aftur.



Meira á www.skarv.info