Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klára 500 tons um døgnið á Pelagos nú

Jákup Ósá

Virkisleiðarin sigur, at hann væntaði at framleiðslunøgdin á virkinum kom uppá 500 tons í dag.

Fríðin Ziskason er virkisleiðari á nýggja uppisjóvarvirkinum Pelagos. Hann er nøgdur við fyrstu vikurnar á virkinum.

– Málið var at arbeiða 650 tons um døgnið og tað gongur tann vegin. Í dag vænti eg, at vit koma uppá 500 tons fyri hetta døgnið. Nakrir trupulleikar eru framvegis, men tað gongur rætta vegin, sigur Fríðin Ziskason.

Í dag landar Fagraberg í Fuglafirði.