Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klárt at søkja miðlastuðul til verkætlanir

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir nú á fyrsta sinni við møguleikanum at søkja um miðlastuðul til verkætlanir, eitt nú til greinarøð, heimildarsending, poddvarp o.a., ið tíðindamiðlar framleiða við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði.

Á fíggjarlóigini eru tvær mió. kr. settar av til miðlastuðulin. Av hesum verða 70 % svarandi til 1,4 mió. kr., brúkt til verkætlanarstuðul, og 30 %, svarandi til  600 tús. kr., verða brúkt til rakstrarstuðul, grundað á skjalprógvaðar lønarútreiðslur. Lýst verður við hesum seinna stuðulsmøguleika komandi heyst.

Freistin at søkja verkætlanarstuðul er mánadagin 23. mai 2022 kl. 12.00.