Fyrilestrar og fyrireikingar ganga væl nú tað nærkast upp undir vatnkríggið og fiskikappingina í morgin, og stóra leygardagin.
Í svimjihøllini í Klaksvík løgdu Torkil og Bent seinastu hond á fyrireikingarnar til tiltøkini, sum skulu vera har í kvøld.
Kl. 18 fer fer Jákup Ziskason at handa gávu til Svimjihøllina í samband við at 87 ár eru liðin síðani Ernestina fórst við Selvogsbjørgini í Íslandi. Í tí sambandi fer Eyð Matras at lesa upp um tilburðin.
Kl. 19 fer Óli Olsen, rithøvundur at hugleiða um sigling og navigatión.




