Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klassamunur í Sarpugerði

Jákup Ósá

Tað sást væl, at talan var um dyst millum nummar 1 og 10 í Sarpugerði í dag.

Í kvøld var fyrsti dystur leiktur eftir summarsteðgin í Effodeildini. Dysturin var millum nummar 1 og 10. Víkingur var eisini fleiri klassar omanfyri ÍF, hóast heimaliðið als ikki spældi upp til sítt besta, og tað endaði heili 4-0 til Víking, sum ikki var eitt mál ov lítið. Víkingur vísti, hví liðið er eitt sera gott boð uppá ein komandi FM vinnara og ÍF vísti, hví liðið er eitt sera gott boð uppá ein niðurflytara.

Málini hjá Víkingi skoraði Sølvi Vatnhamar (2), Gunnar Vatnhamar og Adeshina Lawal.