Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klassamunur: Størsta tap nakrantíð hjá U21 landsliðnum

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Føroyska U21 landsliðið fekk ein avsmurning, sum kanska ikki var heilt so óvæntað, tá hugt verður eftir liðunum. 

Føroyar kundu havt leikarar sum Brand H. Olsen, Sonna Ragnar Nattestad og Ára M. Jónsson við, men hesir eru ikki tøkir í løtuni hjá U21 í løtuni, har Brandur og Sonni nú kanska meir enn nakað annað eru mettir sum A-landsliðsleikarar. Tað sama sum Emre Can (Liverpool) hjá Týsklandi, sum var ein, sum ikki spældi hjá útiliðnum. 
Føroyska liðið er rættuliga ungt og ósamanspælt, meðan týska liðið er var væl mannað til hendan dystin, har teir flestu til dagligt fáa spælitíð í Bundesliguni. Tí var kanska ikki annað væntandi, enn at Týskland fór at vinna stórt. 4-0 var í hálvleikinum og í fyrra hálvleiki fekk Hákun Edmundsson eisini tvey gul kort, so at Føroyar spældu í undirtali í seinna hálvleiki. Í seinna hálvleiki fingu Føroyar betri tamarhald á dystinum, men hetta komst eisini av, at Týskland setti ferðina niður og hevði eina trygga leiðslu. Hóast Týskland var greitt betra liðið, so fingu Føroyar sínar møguleikar í dystinum, og tað hevði ikki verið av leið, um føroyska liðið fekk mál. Tað kom ongantíð og endaliga úrslitið gjørdist 6-0 til Týskland. Sostatt bleiv talan um størsta tapið í søguni hjá U21 landsliðnum hjá Føroyum, sum byrjaði at spæla í 2007.