Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klassikarin KÍ-HB verður sunnudagin: HB væntar og ætlar at vinna klassikaran

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sunnudagin verður tann fyrsti av íalt trimum dystum millum KÍ og HB í Formula-deildini í 2008, og hóast tað sjálvandi verður kamouflerað, so er greitt, at HB roknar við og ikki góðtekur annað enn ein sigur.

Veðurforsøgnirnar boða ikki frá góðum fótbóltsveðri sunnudagin, tvørturímóti, men vónandi verður ein broyting til tað betra áðrenn seinnapartin sunnudagin, tá ið gamli klassikarin í føroyskum fótbólti, millum javnaldrarnar KÍ og HB verður spældur við Djúpumýru.

Givið er, at bæði feløgini eru varin í sínum útsøgnum áðrenn dystin, sum ivaleyst eisini er skilagott.

Tað er tó ikki yvir at dylja, at HB av mongum verður mett sum favorittur at gerast føroyameistari í ár, og hóast heimasíða felagsins ikki sigur nakað beinleiðis um KÍ-HB dystin, so staðfestir felagið m.a., at “vit hava fingið avbera góða byrjan uppá kappingarárið, samstundis sum klaksvíkingar avgjørt ikki eru komir væl frá byrjan”.

Sostatt geva teir reyð-svørtu einki boð upp á úrslitið av hesum dystinum, men givið er, at eldra høvuðsstaðarliðið ikki kemur norður at verja og halda upp á javnleikin.

Spurningurin er so, hvussu KÍ fer at taka ímóti javnaldranum úr Havn.

Dysturin byrjar kl. 15:00 sunnudagin.

Harleywoodpaint