Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KLD-Body á DVD

Hannefía Joensen

Kristian L. Dam, ið er útbúgvin fitness instruktørur, hevur gjørt sítt egna venjingarprogram, og ikki kann sigast annað enn at tað er sera væl móttikið.

Hann byrjaði at arbeiða í Íðka, har hann millum annað undirvísti í Body Toning. Venjingarhátturin, ið hann nýtti var so væl umtóktur, at hann av álvara fór at hugsa um at byrja fyri seg sjálvan, og hann so gjørdi.

KLD-Body byrjaði á Reyða Húsi í Klaksvík, og er venjingin nú flutt í gomlu fimleikarahøllina í skúlanum á Ziskatrø, síðani hevur KLD-Body økt um virksemið og er nú kring allar Føroyar.

Venjingin er til øll bæði ung, gomul, sjúk og frísk. Sera vælkend eru búkvenjingarnar ið tú 100% sikkurt fært flatan búk av, fari ikki her at avdúka hvussu ein skal gera, men fari at lata Kristian um at læra teg tað.

Fyri stuttum er Kristian farin undir at gera ein DVD við venjingunum, sum øll hava eitt hvørt djóranavn. Zakaris Hammer hevur tikið uppá film, Regin Toftegaard klippir, setur saman og setur tónleik til DVDin, Símin Ósa, trúboðarin, er framleiðslustjóri og reklamustovan Vasti skal designa húsan.

DVDin verður vantandi liðug fyrstu vikuna í desember, so veist tú hvat tú skalt ynskja tær í jólagávu í ár.

Les meira um KLD-Body á heimasíðuni www.kld-body.com