Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kleinsvarði farin í søguna

Oliver Joensen

Í hvussu so er fyribils, sigur Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðindum um sendingina hann hevur havt á Rás2 seinastu tíðina.

Eg kann ikki liva við umberingini sum stjórin á Rás2 Petur Jacobsen kom við í tíðindasendingini hjá Rásini í gjár. Ein fundur um framhaldandi sendingar hjá mær skuldi vera við Rás2 ímorgin, men eg havi tikið avgerð um ikki at halda áfram undir verandi umstøðum og tí verður hesin fundurin av ongum.
Tríggjar sendingar bleiv tað til "Undir Kleinsvarða" og alla tíðina hevur trýst ligið á stjóranum á Rás2 um at steðga sendingunum. Tað hevur Petur Jacobsen ikki klára at staði ímóti og tí er hann komin við eini umbering, sum eg als ikki kann góðtaka.
Sagt varð í umberingini, at fólk høvdu ikki havt møguleikan at vart seg, men tað er ikki satt, tí øll, sum hava verið viðgjørd í sendingunum hava fingið skrivliga innbjóðing um at vera við í sendingunum og harafturat hava tey havt møguleikan at ringt inn. Tá fólk ikki møta, so má ábyrgdin liggja á teimum.
Annars hevur mær dámt sera væl at gjørt sendingarnar og tað er ongin illstøða ímillum meg og Petur, bert tað, at eg ikki havi hug at halda áfram undir hesum treytum, møguliga er hetta eitt konsept eg kann brúka á internetinum seinni.
Næsta sendingin skuldi annars vera um barnaverndarmálið í Klaksvík, ið hevur verið viðgjørt í Oyggjatíðindum, innbjóðingar vórðu sendar út, men verða nú afturtiknar, sigur Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðindum at enda.