Føroyar hava ongantíð tapt eina heima dyst móti Eysturríki og tá Eysturríki samstundis ikki hevur nakað at spæla fyri, so tykjast vónirnar fyri góðum úrsliti at vera til staðar í kvøld.
Føroyar hava ongantíð tapt eina heima dyst móti Eysturríki og tá Eysturríki samstundis ikki hevur nakað at spæla fyri, so tykjast vónirnar fyri góðum úrsliti at vera til staðar í kvøld.
Sambært FSF heimasíðuni, so byrja hesir inni:
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Jóhan Troest Davidsen og Viljormur Davidsen.
Á verjukenda miðvøllinum verða Fróði Benjaminsen, ið spælir landsdyst nummar 79 í kvøld, og Súni Olsen, meðan Hallur Hansson verður nakað frammanfyri.
Úti í høgru síðu verður Christian Lamhauge Holst, og í vinstru verður Pól Jóhannus Justinussen.
Heilt frammi í føroyska álopinum verður Páll Klettskarð.
Eykamenn verða Símun Rógvi Hansen, Kristian Joensen, Jóan Símun Edmundsson, Daniel Udsen, Atli Gregersen, Heini Vatnsdal, Finnur Justinussen, Erling Jacobsen, Christian R. Mouritsen, Klæmint Olsen og Rói Danielsen.




