KÍ álopsparið hevur ræðandi góð hagtøl higartil.
Felags fyri KÍ álopsleikararnar Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð er, at teir eru í topp 3 í Effodeildini bæði tá tað kemur til at skora mál og leggja upp til mál. Og tað er ikki ofta, at vit síggja tað. Fríggjakvøldið skoraði Páll hattrik og sama dyst fekk Jóannes hattrik í uppleggum. Nummar 1 á báðum listunum eru tó leikarar hjá NSÍ, men telja vit ikki brotsspørkini hjá Klæmint uppí, so vóru KÍ leikararnir fremst á toppskjúttaralistanum.
Mál
1. Klæmint A. Olsen 18 mál (5 brotsspørk)
2. Jóannes Bjartalíð 15 (1 brotsspark)
3. Páll A. Klettskarð 14
Upplegg
1. Árni Frederiksberg 15
2. Jóannes Bjartalíð 8
3. Páll A. Klettskarð 7
Mynd: PalmaPics




