Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klintra í Tvørmegi

Tvørmegi og Klintrifelag Føroya

Tvørmegi hevur gjørt um seg i skjótt 3 ár á M.A. Wintersgøtu 4 í Havn. Tvørmegi er styrki, úthaldni og fimi – at vera væl fyri í lívsins ymsu støðum, sjálvur og í samstarvi við onnur. Tvørmegi er eisini styrkin í ymisleikanum, eitt stað har ymsar typur hittast, venja og kveikja hvønn annan. Øll kunnu vera við.

Tvørmegi hevur gjørt um seg i skjótt 3 ár á M.A. Wintersgøtu 4 í Havn.

Tvørmegi er styrki, úthaldni og fimi – at vera væl fyri í lívsins ymsu støðum, sjálvur og í samstarvi við onnur. Tvørmegi er eisini styrkin í ymisleikanum, eitt stað har ymsar typur hittast, venja og kveikja hvønn annan. Øll kunnu vera við.

Sjón hevur gingið fyri søgn. Har hava tey lyft, trýst, runnið, kastað, klintra í togum og stongum og vant mangt annað. Úti og inni. Fólk hava vant dyggliga, stuttligar løtur hava verið og mangt vinarbandið knýtt. Ein felagskapur er skaptur.

Nú verður víðkað um virksemið í samstarvi við Klintrifelag Føroya.

Klintring er ítróttargrein, har heildin; styrki, úthaldni og fimi – er í javnvág. Klintring er náttúrlig og funktionell venjing.

Klintring er sonn tvørmegi í verki.

Einboulderingveggur er settur upp í venjingarhøllini. Klintrifelagið kemur at nýta veggin ávísar tíðir og kunnu eisini nýta veggin tá sokallaðu Open Gym tímarnir eru. Eisini verður møguligt í venjingini hjá Tvørmegi at nýta veggin. Meira verður at frætta um hetta á heimasíðunum hjá Tvørmegi og Klintrifelagnum.

Nýggi klintriveggurin verður tikin í nýtslu leygardagin 7/11 kl. 17 í venjingarhølum felagsins í M. A. Winthersgøta 4, har greitt verður frá.

Kl. 18-20 verður klintrikapping. Ein nýtist ikki at verða limur í klintrifelagnum. Tó hava limir framíhjárætt, tí bert eru pláss fyri 25 í kappingini. Aldursmarkið er 14 ár.

Vinnarar fáa gávukort og klintriútgerð.

Tvørmegi og Klintrifelag Føroya