Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klintrararnir eru nú á veg upp á Trøllkonufingur

Tíðindaskriv

Klokkan 3 í nátt fóru Pætur, John, Jóhannus og Bergur í holt við at klintra upp á toppin á 313m høga Trøllkonufingri. Í samstarvi við Vodafone, sum hevur stuðla teimum við allari klintriútgerðini, leggja teir myndir og filmsbrot út á alnetið beinleiðis, meðan teir klintra.

 

Klintrararnir eru nú komnir 130 metrar upp, og veðrið sær gott út.

 

Fylg við klintrarunum, meðan teir hanga í leysari luft nakrar 100 metrar yvir vatnskorpuni, við at fylgja ‘vodafoneforoyar’ á Snapchat og Instagram. Um tú ikki brúkar hesar miðlar, kanst tú eisini síggja myndir og filmsbrot á http://vf.fo/trollkonufingur.

 

Leinkjan niðanfyri vísir filmsbrot, har teir sita og eta morgunmat á Torvuendanum.

Sita nú og eta matpakka á Torvuendanum 🙂

Harleywoodpaint