Klippfisk á ferð í Atlantis Bio mikudagin 03.04.2013
Føroyska filmslistin virkar innan sera avmarkaðar karmar, og hj á evnaríku og eldhugaðu framleiðarunum er tað flest altíð hugurin, ið drívur verkið. Hetta viðførir, at tað sjáldan er fíggjarligt grundarlag fyri at sýna tað, ið verður framleitt, í biografum ella tí, sum líkist.
Maria og Rógvi hava tískil gjørt av, at tíðin er búgvin at sýna fram tað, sum kreftirnar innan fakið hava at bjóða. Tey fara at ferðast kring landið at seta karmarnar til eitt biografkvøld upp, har fólk kunnu keypa atgongumerki til at síggja hesar 8 filmarnar, sum eru ymiskir í longd, tema og framleiðsluhátti.
Ferðaætlanin sær soleiðis út:
1. apríl – Oyrabakki, Eydnan
2. apríl – Runavík, Løkshøll
3. apríl – Klaksvík, Atlantis Bio
4. apríl – Vestmanna, Staðið
5. apríl – Miðvágur, Miðvágs skúli
6. apríl – Vágur, Vágs skúli
7. apríl – Tvøroyri, Seglloftið
8. apríl – Nólsoy, Royndarhúsið
9. apríl – Skálavík, Depilin
10. apríl – Tórshavn, Havnar Bio
Fólkið handan filmarnar er eitt fjølbroytt úrval av bæði væl etableraðum listafólki við drúgvum royndum innan fakið, eins og blaðungum aspirantum, sum stremba eftir at gera seg galdandi á stóra løriftinum.
Skráin, ið kvøldini hava at bjóða, sær út sum fylgjandi:
A Hipstory – Heiðrik Á Heygum
Svartideyði – Rani Petersen
Ein Vitjan – Nóllywood
Einsemi – Skeið fyri framhaldsflokkar
Mist – Annika Á Lofti
Ongin Konflikt – Bjarki Thomsen
Gló(ð) – Sára Wang & Maria Winther Olsen
Summarnátt – Sakaris Stórá
Allar sýningar byrja kl. 19:00, og atgongumerki fáast ein tíma undan sýning fyri kr. 60,-




