Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kloakkarbeiði eftir Garðavegi

Orð og myndir: Dávur Winther

Sum liður í dagføring av kloakkum í býnum hevur Klaksvíkar kommuna yvir eitt 6-8 ára tíðarskeið sett av tilsamans uml. 80 mill. kr. í verkætlan, ið verður nevnd Spillvatnsætlanin

Sum liður í dagføring av kloakkum í býnum hevur Klaksvíkar kommuna yvir eitt 6-8 ára tíðarskeið sett av tilsamans uml. 80 mill. kr. í verkætlan, ið verður nevnd Spillvatnsætlanin


Í hesum føri varð byrjað niðri á Biskupsstøð frá reinsiverkinum har, og er farið yvirum Biskupsstøðgøtu, niðan eftir Marknavegi, norður eftir Jørundsgøtu, niðan Fjósabrekku og liggur leiðin nú norður eftir Garðavegin. Steðgað verður norðanvert Norðoya Vistarheim.

Aðrar leiðingar enn bert dagførandi kloakkleiðingar – so sum vatn- og teleleiðingar verða eisini lagdar í her.

Rokna verður við, at hetta arbeiðið verður liðugt miðskeiðis í juli mánaða.

Asfalterað verður aftur, stutt eftir at breytin er fylt upp, og tað er koyrandi eftir vegnum.

Tað er Sp/f á Brekku, sum ger hetta arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu.

Líknandi arbeiði, sum verður alt hetta árið og inn í næsta ár, er byrja á Heygavegnum.