verður sagt í tíðindaskrivi frá Føroya Fiskimannafelag
Síðani mánadagin 17. desember hava samráðingar verið við semingsmennirnar Terja Sigurðssyni og Símuni Absalonsen.
Seinnapartin í dag góvu semingsmennirnir skarvin yvir, og tí verður lýst verkfall í dag 19. desember kl. 18.
Krøvini hjá reiðarunum vóru so ógvuslig, at tað var vónleyst hjá semingsmonnunum at gera eitt realistiskt semingsuppskot.
Eitt av krøvunum hjá reiðarunum var, at fiskimenn skuldu gjalda upp í 80.000,- kr. um árið til reiðaran fyri útreiðslur av ymiskum slag.. Seinni slakaðu teir eitt vet, tá teir minkaðu kravið úr 80.000,- kr. niður í 60.000,- kr. um árið.
At fiskimenn skulu gjalda so stórar upphæddir fyri at sleppa til arbeiðis er so veruleikafjart, at ein og hvør skilur at tað ikki hongur saman.
Hetta vil skapa ein so stóran samfelagsligan trupulleika, at føroyska samfelagið endar aftur í somu skipan sum var galdandi, tá Ráðfiskagrunnurin og allmennur stuðul til reiðarar koyrdu alt samfelagið á heysin.
Kravið hjá Fiskimannafelagnum var ikki annað enn, at fiskimenn fáa eina eftirlønarskipan, sum øll onnur fakfeløg hava gjørt semju um.




