Málið um at bjarga Smyril Line úr fíggjarkreppuni, sum felagið var komið í, hevur fingið nakað av umrøðu í fjølmiðlunum hesa seinastu tíðina.
Serliga hava tinglimir hjá Tjóðveldi verið raskir við penninum.
Eg skal ikki draga hetta málið fram aftur, men loyvi mær tó at gera hesa samanberingina.
Tann 15. apríl 2005, varð eitt uppskot lagt fyri løgtingið um almennan stuðul til rækjuflotan. Tórbjørn Jacobsen, sum tá átti eitt rækjuskip, og sum nú hevur úttalað seg ógvuliga harðliga ímóti bjargingini av Norrønu, vildi als ikki luttaka í orðaskiftinum í tinginum um rækjuskipini. Í vinnunevndini boðaði hann somuleiðis frá, at hann vildi ikki luttaka í viðgerðini, og tá atkvøtt varð, fór hann út úr tingsalinum og luttók ikki í atkvøðugreiðslunum.
Men nú, tá onnur standa á skránni, er støðan ein heilt onnur. Nú skrivar Tórbjørn Jacobsen eitt langt álit, hann úttalar seg til fjølmiðlarnar og hann atkvøður.
Eg havi tí hug at spyrja: Hvar eru nú tær “klokkukláru mannagongdirnar”, sum Høgni Hoydal plagar at tosa um? Hví er ein støða galdandi, tá tað rakar ein sjálvan, og ein onnur støða, tá tað rakar onkran annan?
Helgi Abrahamse




