Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klopp vil hava Gerrard

Jákup Ósá

Sambært enskum blaði í kvøld, so er ikki óhugsandi, at Steven Gerrard aftur verður at síggja á Anfield.

Tað er blaðið The Independent sum skrivar, at nýggi Liverpool venjarin Jurgen Klopp hevur havt samtalur við fyrrverandi Liverpool liðskiparan Steven Gerrard, sum júst hevur spælt sítt fyrra av tveimum kappingarárum í LA Galaxy í USA. Har hevur hann tó frí fram til 15. januar, tá venjingin í USA byrjar aftur, og Klopp ynskir, at hann skal venja við besta liðnum hjá Liverpool fram til tá, har hann skal lyfta støðið og professionella hugburðin til venjingarnar, sambært The Independent. Sambært blaðnum er eisini møguleiki fyri, at Gerrard fer at spæla, men hetta kann blíva torførari eftirsum LA Galaxy hevur rætt til at krevja pengar fyri Gerrard, um so verður. Í øllum førum veit The Independent at siga í kvøld, at Liverpool legendan er á veg aftur til Liverpool eftir ysnki frá venjaranum. Um hann eisini kemur á vøllin í dysti vil so tíðin vísa.

Les meir um søguna hjá The Independent HER