Vit byrja hóskvøldið kl.19 við upphiting, har ið vit spæla eitt sindur av tí ið verður at hoyra á festivalinum.
Fríggjadagin opna vit kl.17.00 við tí tiltikna góða fimmarinum, har høvi er hjá fólkið at fáa eitt gott prát. Á midnátt byrja so dansurin har vit fara at leggja dent á at spæla góðan og dansivinarligan tónleik. Og um tað er onkur ið ikki orkar at dansa, er tað okkurt til tey eisini, barrin á loftinum verður nemliga opin allan Summarfestivalin, har ein kann sita og slappa av í hugnaligum umhvørvi. Og vit lukka kl 04.00
Leygardagin opna vit klokkan 15.00 og á midnátt og úteftir kemur vísusangarin Hanus G. Johansen at framføra og vit lukka kl.04.00
Verið vælkomin niðan í klubban á summarfestivalinum
Vit ynskja øllum festivalgestunum ein góðan festival




