Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Knappir orðagluggar

Oliver Joensen

Knappir orðagluggar inn í sniðfundigar heimar og fangandi tónar frá KATA

Orð og tónar hóskvøldið 19. nov. kl. 20:00

“…viðmerk 650 orð í evnisteiginum.” Soleiðis endaði avbjóðingin hjá Góðan morgun Føroyar tíðliga á heysti 2014. 13 vikur seinni høvdu 82 fólk sent 153 søgur inn. 60 av hesum stuttorðaðu ferðum inn í nýggjar heimar, lagnukvidnar tilburðir og óvæntaðar snaringar verða nú givnar út í bókini Nýtt flog, ið Rakel Helmsdal hevur ritstjórnað.

Vit fara at hátíðarhalda spølna hugflogið hjá hesum rithøvundum, ið flestir eru nýklaktir, á Orð og tónum hóskvøldið. Umframt at seks teirra fara at lesa um uppreistrarhugaðan lívsneista, ófrættakenda máltíð, drepandi longsil, spøkjandi syndir, endurvend ævintýr og dansandi minni, fer Poul F. Guttesen at práta við Rakel Helmsdal um Nýtt flog og tiltakið, bókin er sprottin úr, Marna Jacobsen fer at viðgera bókina, og Ria Tórgarð fer at hugleiða um, hvussu tað var at taka við avbjóðingini at elta 650 orð til eina hugfangandi søgu.

Og so verður tað kórið KATA, ið fer at krydda kvøldið við sínum fangandi tónum. Fimm av bestu songkvinnunum í Føroyum manna bólkin: Eyð Berghamar Jacobsen, Guðrið Hansdóttir, Greta Bech, Arnfríð Lützen og Unn Paturson.

Skráin er henda:

Vælkoma og kunning um nýggjar útgávur

“Tíð” – Annika Dalsgaard

Jarðamøður orðanna – samrøða við Rakel Helmsdal

“Gerið so væl” – Simona Midjord

At fáa orðini á flog – Nýtt flog viðgjørd – Marna Jacobsen

“Hey mamma” – Poula Eyðbjørnsdóttir

Tónleikur – KATA

Steðgur

“Gjógvin” Petur Zachariassen

650 smáar avbjóðingar – Ria Tórgarð um at skriva stuttar søgur

“Rúm við stjørnugólvi” – Halldóra Dam

Tónleikur – KATA

Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.

Til ber at ogna sær fleiri nýggjar, úrvaldar bøkur fyri serprís.

Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00 á Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.

Fleiri upplýsingar fáast hjá Poul F. Guttesen, poul@sprotin.fo ella á tel. 22 41 23.

Harleyfacadeacryl