Tað byrjaði fyri 6 árum síðani við eini farteldu á knøunum í bilinum og í bryggersinum hjá mammuni.
Í dag hevur Hvannasunds fyritøkan, Knassar, 19 fólk í stavi í fimm londum. Nýggjasta avtalan hjá fyritøkuni snýr seg um at veita heimasíðutænastuna til Miljøstyrelsen. Niklái Nysted helt seg síggja møguleikar í nýggju tøknini og byrjaði í heilt smáum at gera ymiskt við teldum;fyri tað mesta snúði tað seg um undirhald á netinum. Byrjaði í smáum Niklái byrjaði við eini farteldu at gera ymisk telduspøl til interneti og aðrar internetgrundaðar loysnir um kvøldarnar. Flash var eitt nýtt spennandi amboð til at gera internet baseraði spæl og var hetta eisini tað, sum Niklái arbeiddi við. Tað eru óivað mong, ið kenna Fanga lunda og Klippa seyð spølini, sum Niklái gjørdi, og sum eru klassisk Føroysk internetspøl. Eisini gjørdi hann heimasíður fyri privatpersónar, umframt at hann eisini gjørdi nøkur spøl fyri Norðoya Sparikassa. Virksemið byrjaði at vinda uppá seg og var heimasíðan www.undirhald.com løgd á netið, sum hevði eina rúgvu av spølum til føroysku internet brúkararnar. Jón Nysted, beiggi Nikláa byrjaði eisini at arbeiða hjá fyritøkuni tá. Hendan heimasíðan var rættiliga væl vitjað hesa tíðina í 2001 og nøkur ár fram. Menna heimasíðuskipan Fyri at fíggja eina menning av heimasíðuloysnunum byrjaðu teir at selja hardware, ið eftir ætlan skuldi bera útreiðslurnar til hesa menning. Men hesar ætlanirnar gingu ikki sum ætlað, og var sølan av teldum og øðrum heldur ein pengingaligur missur fyri felagið enn lunnar undir menningini av skipanini við heimasíðum. – Tað var líkasum at vit mistu fokus. Frá at hava greiðar ætlanir um at satsa uppá at menna eina skipan við heimasíðum, so fylti sølan av teldum, printarum og øðrum ov mikið í okkara tilvitan, soleiðis at vit mistu fokus, sigur Niklái Nysted umvegis telefonina úr Danmark. Tá teir gjørdust varugur við, at ætlanirnar við at selja hardware ikki førdi við fíggjarligan styrk, sum kundi brúkast til programmering av heimasíðuskipanini, men heldur gav fyritøkuni eitt undirskot uppá fleiri hundrað túsund krónur í 2004, var avgerð tikin um at leggja seg eftir upprunaliga virkseminum – nevniliga miðvísari menning av eini heimasíðu skipan. – Internet hevur alla tíðina verið tað, sum felagið hevur arbeitt við, men eitt skifti vóru aðrir faktorar, ið órógvaðu virksemi hjá Knassum. Hetta er nú fingið í rættlag. Nú hava vit aftur funnið fokusið og hava eitt greitt mál, um at menna internetloysnir, sum vit kunnu bjóða her heima í Føroyum eins og uttanlands, sigur Rúni Petersen, sølu og marknaðarleiðari hjá Knassum. – Í byrjanini á 2005 vóru vit givnir við at selja teldur og statsaðu vit aftur fult uppá at menna eina heimasíðuskipan. Hetta hevur eydnast væl og hava vit fingið avtalur í lag við fleiri Føroyskar fyritøkur umframt, at vit nú eisini byrja at síggja vøkstur á altjóða frontinum. Sum tað seinasta nýggja hava vit gjørt avtalu við Miljøstyrelsen, um at veita teimum eina heimasíðutænastu, sum er ein stór avbjóðing hjá okkum, ið óivað verður við til at menna fyritøkuna uppaftur meira, leggur Jón afturat. Arbeiða um allan knøttin Í løtuni býr Niklái Nysted í Næstved. Dagliga arbeiðir Niklái í Ringsted har hann hevur kontór. Annars er fyritøkan, eins og aðrar dotcom fyritøkur, spjaddar í mongum ymiskum londum. Umframt virksemi í Danmark, so hevur beiggin, Jón høvuðsstøð í Hvannasundi. Marknaðarleiðarin Rúni Petersen, sum byrjaði felagnum fyri einum hálvum ári síðani, arbeiðir útfrá Fuglafirði, har hann eisini býr. 13 av teimum 19 persónunum, sum arbeiða hjá Knassum, arbeiða í Bulgaria. Jón Nysted, sum sjálvur er programm- og produktiónsleiðari heldur, at felagið í dag hevur eina sterka og dynamsika leiðslu. Teir tríggir, Niklái, Jón og Rúni supplera sera væl hvønn annan. Niklái stendur fyri menningar- og design partinum av fyritøkuni, og hevur Jón abyrgdina av programmeringini og produktiónini. Fuglfirðingurin, Rúni, tekur sær av sølu og marknaðarføringini av vørunum hjá Knassum. Av sonnum kann sigast, at Hvannasunds fyritøkan, ið byrjaði í smáum við einum persóni og eini farteldu, hevur ment seg til eina altjóða fyritøku, sum hevur starvsfólk í fleiri ymiskum londum og letur vørur og tænastur til kundar runt allan knøttin. Her eru nakrar útlenskar heimasíður, ið Knassar hava ment: www.rohsguiden.dk www.solgarnordic.com www.uk2.net




