Løgtingslimir hava í allan dag troytta hvønn annan í einum marathon-kjaki sum fyri løtu síðan førdi til at ein viðmerking frá Helga Abrahamsen fekk tað at snurra uppí hjá Jákup Mikkelsen í samband við viðger av einum andstøðu uppskotið. Tingfundurin endaði beint fyri miðnátt og hevði tá verið í heilar 17 tímar.

Talan var um Uppskot til løgtingslóg um at taka útlendingamál ogmarknaeftirlit undir føroyskt løgræði sum Tjóðveldi eigur.
Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, helt seg til samgonguskjali og vísti á at løgmaður hevði givið lyfti um at økið skal yvirtakast – men tá Helgi Abrahamsen boðaði frá at hetta kom ikki upp á tal – kravdi Jákup Mikkelsen at tingfundurin bleiv niðurlagdur og málið skuldi viðgerast í samgonguni og um samgongan ikki vildi taka undir við samgonguskjalinum – so fór hann at atkvøða fyri andstøðu uppskotinum.
Danir hava sagt ok at føroyingar yvirtaka eftirlitið við útlendingamálum og marknaðarliði, men svarið úr Brusell er atyvirtaka føroyingar ábyrgd av marknaðarliðunum so skal Føroyar úr Schengen samstarvinum tí Føroyar eru ikki limir í ES og verða føroyingar tá roknaðir sum triðjalandsborgarar.
Orðaskiftið var sera ófriðaligt og óskipað – svøvnrus!
Málið fall.
Tingfundurin endaði beint fyri miðnátt og hevði tá verið í heilar 17 tímar.