Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Knústar gággur á bøin

John William Joensen

Hesa vikuna hava næmingar á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali arbeitt við Agenda 21.

Vikan byrjaði við, at Agnar Jensen, sum av Føroya Kommunufelag er settur sum Agenda 21 samskipari, mánadagin greiddi næmingum og lærarum frá um evnið. Næmingarnir eru bólkaðir eftir hvørji kommunu, teir búgva í, og ætlanin er, at teir skulu kanna, hvat teirra egna kommuna hevur gjørt í Agenda 21 høpi í teirra nærumhvørvi.
Ì Norðoyggjum eru tríggir bólkar, sum hvør er í gongd við sínum øki. Ein fyri Kallsoy-Kunoy, ein fyri Klaksvík, og ein fyri Svínoyar, Fugloyar og Hvannasunds Kommunu.
Síðstnevndi bólkur hevur burturav arbeitt við keiøkinum í Hvannasundi. Heldur enn at lata gágguskeljar frá útróðrarbátunum liggja og rekast niðri í fjøruni og fara fyri skeytið, kann hetta gagnnýtast við at knúsa skeljarnar og nýta tær til at stroya út á bøin. Av tí at skeljarnar innihalda høgt kálkvirði, er hetta gott fyri gróðurin í jørðini. Hetta er ein háttur at gagnnýta tað, vit longu hava í okkara egna umhvørvi, sum annars ikki hevði virkað sum annað enn órudd. Hetta var nakað, ið Agnar Jensen tók fram í síni frágreiðing um Agenda 21; at tað ofta er lítið, sum skal til fyri at síggja stórar broytingar. Ì hesum føri at sleppa av við órudd, og gagnnýta tað til aftur at fáa vinning burturúr tí.
Saman við hesi ítøkiliga verkætlan, skulu bólkarnir hvør sær eisini skráseta hvat longu er í gerð, og hvat kundi verið gjørt. Nevnast kann, at í Hvannasundi eru tey farin í gongd við kloakk og at fáa reinsiverk til drekkivatn. Kommunuskrivarin er kunnaður um uppskotið frá Hvannasundsbólkinum, men hevur ikki tikið støðu til málið enn.
Bólkurin, sum hevur tikið sær av Kallsoynni, hevur tosað við Herfríð Sørensen, fyrrverandi borgarstjóra í Mikladals Kommunu. Virksemið í kommununi er ikki so stórt í løtuni, men roknað verður við størri virksemi, aftaná nýggjár, tá Mikladalur og Trøllanes leggja saman við Klaksvíkar Kommunu. Eitt nú fer býargartnarin at koma norð á Kallsoy. Tvey høvuðsmál á grøna økinum í Mikladali. Annað er viðarlundin og hitt er tjørnin. Hon varð plantað í 1957 og liggur uppi í Dal, omanfyri bygdina. Sigast kann, at hon fórst rættiliga illa av ódnini í 1988, og at umfatandi umvælingar vórðu gjørdar, so sum at leggja nýggjar gøtur, o.a. Tjørnini tørvar eisini nakrar ábøtur. Hon er fór at leka og varð umvæld í 1991 og aftur í 1998. Ì løtuni er hon tóm, og væntandi fer býargartnarin at taka sær av tí og tetta, har tað er tørvur er á tí. Annars verður meiri arbeiði lagt í at varðveita ymiskt og halda tað við líka. Nevnast kann mylluhúsið niðri á Brúnni, sum tó ikki verður nýtt til nakað í dag, men stendur til framsýning.
Í Kunoy er ikki nógv virksemi í gongd innan Agenda 21, av tí at tey eru so fá. T.d. er ikki neyðugt við lokalum vinnulívi ella egnum orkuverki, sum tey annars hava havt, av tí at SEV nøktar teirra tørv. Fyri at minka um burturkastið, er ætlanin at gera eitt bingjupláss. Í komandi byggiplássum eru teir byrjaðir at leggja kloakkrør. Fyri betur at verja grøna økið í gomlu bygdini, eru tey farin at gera klárt til at byggja sunnanfyri.
Í Klaksvíkar kommunu hava tey tosað við Rana Nolsøe, sum er formaður í heilsunevndini. Hann greiddi teimum frá ymsum heilsu- og umhvørvisviðurskiftum í Klaksvík.
T.d. í Fjallafípuni og Mylnuhúsinum, ið eru barnaansingarpláss í Klaksvík, nýta tey umhvørvisvinarliga sápu og tey ganga eisini nógvar túrar við børnunum úti í náttúruni. Í fólkaskúlunum nýta tey eisini umhvørvisvinarliga sápu og tey spara uppá olju við at……
Hjá býargartnaranum hava tey so tosað við Hans Hjalta Skaale, sum stendur fyri gartnaraarbeiðinum í Klaksvík. Hann stendur inn fyri Agenda 21 og at hugsa globalt. Hjá býargartnaranum kompostera tey við at niðurbróta lívrunnin evni. Síðan 1980 hava tey arbeitt úti í Grøv við at skapa trivnað fyri fólkið. Hetta hava tey gjørt frá byrjan av, við at planta trø og seta upp beinkir, ruskíløt, træverk, fuglahús, trappur og tílíkt.
Omanfyri viðarlundina úti í Grøv eru teir farnir undir at gera eina nýggja gøta niðaneftir. Hetta arbeiðið er ikki liðugt. Gøtan er júst liðug at gerast, men ein brúgv skal eisini byggjast har uppi. Ikki er greitt nær farið verður undir at byggja hana.
Eisini ætla tey at friða tvey trøð, ið standa uttanfyri gomlu politistøðina, tí at bularnir hava størsta tvørmát í Føroyum.

Harleyfacadeacryl