Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Køge Open hetta vikuskifti: Kári nýtt føroyskt met í 100 metrar rygg

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við tíðini 58 sekund og 77 hundraðpartar setti Kári á Høvdanum nýtt føroyskt met á teininum 100 metrar ryggsvimjing. Hetta var í finaluni í Køge Open leygarmorgunin.

Kári á Høvdanum tykist vera sera væl fyri í løtuni, soleiðis sum úrslitini hjá honum lagað seg í løtuni.

Og venjari hansara, Jóan Martin Poulsen, var eisini sera fegin um úrslitið leygarmorgunin, har Kári karvaði nakrar hundraðpartar av metinum, sum var áðrenn, og sum hann sjálvur eisini átti.

Tíðin, 58 sekund og 77 hundraðpartar, á teininum 100 metar ryggsvimjing er bæði føroyskt met og Køge Open met.

Ryggsvimjing er nevniliga stóra styrkin hjá Kára á Høvdanum, har 100 og 200 metra teinarnir munnu vera yndiskappingarnar.

Kári, sum venur við Ægir í Klaksvík, er tó byrjaður at royna seg av álvara í øðrum kappingargreinum, eitt nú í frísvimjing, har hann í Køge Open var tann fyrsti føroyingurin, sum vann medalju; tað var á teininum 400 metrar frísvimjing.