Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Køge Open næst seinasta vikuskifti: Kristian Olsen vísti góð kappingarevni

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eitt av fremstu eyðkennunum hjá Kristiani Olsen er hansara óbendandi vinnaravilji, sum saman við góðu evnunum hevur gjørt hann til ein hin fremsta føroyska svimjaran.

Í fleiri ár hevur Kristian Olsen verið fremsti svimjarin og profilurin í Svimjifelagnum Ægir í Klaksvík, og tað er heldur ikki uttan orsøk. Millum annað eigur hann føroyska metið á 50 metra teininum í frisvimjing, sum man vera yndis sprint-teinurin hjá øllum svimjarum – og eisini tann skjótasta kappingargreinin.

Ta seinastu tíðina hevur Kristian tó ikki havt umstøður til fullgóða venjing, og venjingarstøðan var tí ikki tann besta, nú hann sum partur av føroyska ferðalagnum luttók í Køge Open næst seinasta vikuskifti.

Men sær sjálvum líkur var Kristian tó enn einaferð millum teir bestu á føroyska liðnum, ið luttók sum eitt felag í kappingini.

Medaljurnar, sum Kristian vann hesaferð vóru íalt 5 í tali – 3 sum einstaklingur og 2 sum partur av bestu føroysku stafettini.

Óvæntað silvur
í 100m blandað
Blandað svimjing er ikki fremsta vápnið hjá Kristiani, og hann roknaði tí ikki við nakrari medalju í hesi kappingini og var ikki sørt bilsin, tá vit fortaldu honum, at úrslitalistin vísti, at hann hevði vunnið silvur.

Tá úrslitið varð kannað nærri, vísti tað seg, at tíðin hjá Kristiani var 1 minuttur og 4,91 sekund, sum var nakað nær við hansara bestu tíð á hesum teininum.

Ein onnur kappingargrein, sum higartil hevur verið eitt sindur ótypisk fyri Kristian, er bringusvimjing, men í seinastuni hevur hann gjørt eitt sindur við tað, og tað gav eisini úrslit í Køge, har Kristian vann bronsu á 50 metra teininum.

Kappaðist við
nr. 5 í Svøríki

Triðja medaljan hjá Kristan Olsen var ein av teimum meira vanligu hjá honum, nevniliga í frísvimjing, har hann á 100 metra teininum endaði á 2. plássi.

Realistiskt sæð var hetta eisini tað best møguliga úrslitið hjá Kristiani á hesum teininum, tí her var hann upp ímóti einum í serflokki sterkum svimjara úr Svøríki.

Mathias Hageneier, sum er 27 ára gamal og 1,96 metrar høgur, er nevniliga ein av allar bestu frísvimjarum í Svøríki. Sum tannáringur var hann eisini millum allar fremstu svensku svimjararnar, men tá hann var 19 ár, gavst hann sum kappsvimjari.

Steðgurin frá svimjingini gjørdist drúgvur hjá Mathiasi, umleið 7 ár, men fyri einum ári síðan byrjaði hann aftur, og hóast hann sigur seg enn mangla nakað í at fáa eins góðar tíðir, sum tá hann var nítjan ár, so er Mathias longu nú fimt skjótasti svimjarin í Svøríki í 50m frísvimjing. Í løtuni venur hann miðvíst til at koma við á svenska landsliðið til komandi heimsmeistarakapping, sum verður í komandi ári.

Tilmeldingartíðin hjá hesum stóra svianum í 50m frísvimjing var 23,42 sekund, sum er nakað lægri enn føroyska metið á hesum teininum, sum er 23,97 sekund, og sum Kristian Olsen eigur.

Sostatt var longu áðrenn kappingina greitt, at Kristian Olsen her fór at møta einum svimjara í heimsflokki, bæði í 50m og 100m frísvimjing.

Í 100m frísvimjing endaði Kristian Olsen á 2. plássi aftan fyri Mathias Hageneier, sum vann gull.

Mathias vann eisini gull-heiðursmerkið í 50m frísvimjing, men her fekk Kristian tíverri onki heiðursmerki, og komst tað av einum mistaki hjá honum í útskiljingar-finaluni.

– – –

Samanlagt ein kapping, har óbendandi vinnaraviljin hjá Kristiani gav honum góð úrslit og áskoðarunum gott undirhald.