Kokkaskúlin í Klaksvík hevur ein bíðilista uppá 34 næmingar og tí skal nú ferð setast á umbyggingarnar.
Beint fyri døgurða í morgun hevði Kokkaskúlin í Klaksvík sum er undir Klaksvíkar Sjómannskúla sett politikarum – sum á ein ella annan hátt eru játtandi myndugleikar skúlans – stevnu.
Fyrst vísti stjórin á Sjómansskúlanum politikarum og embætisfólkum runt í bygninginum og eftir at hava vitjað køkin hjá Kokkaskúlanum var farið til borðs.
Jákup Ziskason, sum í mong ár hevur undirvíst á Klaksvíkar Kokkaskúla, sigur at skúlanum tørvar einar tvær til tríggjar milliónir krónur til at fáa hølini umgjørd.
– Vit hava arbeitt við at nútímansgera skúlan og ein partur av nýggjari útgerð er keypt, og umbyggingin er komin hálvan veg.
– Men nú tørvar okkum meira pening og tí settu vit politikarum og øðrum stevnu fyri at seta fokus á skúlan.
– Vit taka 12 næmingar inn um árið og harafturat hava vit ein bíðilista, sum telur 34 fólk.
– Útbúgvingin tekur bara hálvt ár og tað sigur seg sjálvt at tað er avmarkað hvat ein kann læra. Tí arbeiða vit við at leingja útbúgvingina – men fyrsta stigið eru hølisviðurskiftini.
– Tað er alt slag av fólki sum søkir inn á skúlan – baði konu- og mannfólk, eldri sum ung.
Umframt Jákup Ziskason, undirvísir Edvard Olsen eisini á kokkaskúlanum og sambært Jákupi sjálvum so verður hann neyvan leingi afturat á skúlanum.
– Eg fylli 66 ár í morgin – so tá er ein um at verða liðugur sum popsangari.
Sera sera sera leskilig matarskrá.
Tað vóru kokkaskúlanæmingarnir sjálvir sum stóðu fyri matgerðini og talan var um ein fram úr góðan døgurað:
Til forrætting var tunguflak, manera stoykt lippa, høgguslokkur saman við sósvera.
Høvuðsrætturin var heilir sjey kjøtrættir, við rómaeplum og grønmeti við Schampionsós.
Omaá var borðreitt við Romfromasju við kirsuberjasós.
Eingin ivi var um at politikararnir fóru mettir og væl settir frá borðinum og so er at vóna at teir bera skjótt at við at játta pening.




