Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kolasvartar, raffineraðar myndir í Býarbókasavninum

Tíðindaskriv

Kinna Poulsen skrivar um framsýningina: Tóroddur Poulsen hevur framsýning í Býarbókasavninum. Hann fekk størsta herðaklappið, sum fáast kann frá almennu Føroyum, tá hann fekk mentanarvirðisløn landsins.

Kinna Poulsen skrivar um framsýningina:

Tóroddur Poulsen hevur framsýning í Býarbókasavninum. Hann fekk størsta herðaklappið, sum fáast kann frá almennu Føroyum, tá hann fekk mentanarvirðisløn landsins. Herfyri gav hann út bókina Fjalir, sum Forlagið í Støplum gav út. Eitt sjáldsama vakurt bókarverk í stórari stødd við góðum plássi á síðunum til bæði orð og myndlist. Í løtuni eru 15 av træprentunum í bókini at síggja í Býarbókasavninum í Havn, umframt eitt stórt steinprent og tað eru møguliga steinprentini, sum vit kenna best til av myndlistarligu framleiðsluni hjá Tóroddi Poulsen, men út frá træprentunum í nýggju bókini, sum eru gjørd í árunum 2009-2012, og sum eru prentað í Steinprenti hjá Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku, má sigast, at træprentstøknin í stóran mun hóskar til ráa úttrykkið hjá Tóroddi Poulsen. Men sjálvt um hesar myndirnar eru kolasvartar, eru tær eisini rættiliga raffineraðar. Boðskapurin er stundum filosofiskur og eksistentielt djúpur. Onkuntíð eru myndirnar skemtiligar ella absurdar, men aloftast er talan um eina sameining av fleiri rásum, ið binda saman sjálvsagdar, banalar eygleiðingar við djúptøkar tilveruligar grundanir á ein hátt, sum er eyðkent fyri listamannin, eisini tá hann yrkir.

Myndirnar siga søgur, sum eru syrgiliga stuttligar ella stuttliga syrgiligar og onkrastaðni kemur tann berømti súkklarin undan kavi, t.d hómast ein pinkalítil súkklari niðarlaga í eini mynd, hann hevur eina taluboblu og tessvegna síggja vit, at hann sigur “TÁ EG VERÐI STÓRUR”, ið minnir um tjóðskaparligt uppbyggiliga kvæðið hjá vónríka piltinum: “Tá eg verði stórur, tá verður tað gott,/ á, hvat eg tá verði glaður;/ á sjógvin eg sleppi dag og nátt/ sum útiróðrarmaður”. Hesin pilturin gleðir seg at fara á flot og í grind, í hoyna og alt tað ymiska, sum gamla bóndasamfelagið hevði at bjóðað uppá, og ikki er heilt óhugsandi, at eitt sindur av kerligum speisemi er lagt í tilsipingina til tað gamla, tí Tóroddur Poulsen er kategoriskur modernistur og leggur ikki í rutineraða hálovan av tí farna. Vónríka staðfestingin gerst eisini stuttlig av tí, at súkklarin í grundini ítøkiliga sæð er pinkalítil. Framsýningin verður hangandi inntil 10. juni og verður tessvegna eisini at síggja á mentanarnáttini 7. juni.”