Tað fara at vera fleiri veðurskipanir, ið fara at stýra veðrinum í skýrihalguni. Yvirhøvur fer at vera køli veður í dag og í morgin, skýrishósdag – talan er um kalda luft av leiðunum við Norðureysturgrønland, sum kemur hendaveg. Langafríggjadag fer ættin at broytast til landsynning – ella har á leið – og tað fer so líðandi at gerast eitt sindur heitari aftur. Tá verður tað lýggj luft úr leiðini við Miðjarðarhav, sum kemur til okkara.

Men í dag er høgætt. Veðurstøðirnar hjá Landsverki siga frá einum strúki í vindi til hvassan vind, 10 til 15 m/s, úr útnyrðingi. Hetta er miðal fyri alt landið. Htini (kuldin) í morgun liggur um frostmarkið.
Hetta fer at vera ættin og vindferðin mesta av degnum í dag. Í kvøld fer ættin upp í norðan – vindurin fer at líkjast honum sum er nú, upp í hvassan vind 15 m/s. Sólglottar í dag, men vit kunnu vænta ælingar við kava og vátaslettingi. Hitin fer at liggja um frostmarkið.
Skýrishósdag fer høgættin at vera til miðskeiðis seinnapartin. Vindferðin fer at liggja um hvassan vind, 10 til 15 m/s, men tað fer at minka um middagsleitið, og tá ið ættin snarar niður í eystan, er vindferðin ætlandi komin niður í andøvsgul ella stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýrisdag verða sólglottar og turt veður. Hitin fer at liggja eitt ella tvey stig oman fyri frostmarkið.
Langafríggjadag heldur veðrið frá degnum fyri á, 5 til 10 m/s, úr eystri ella landsynningi. Út á kvøldið snara hann vestur um sunnan og verður útsynningur. Annars verður skýggjað veður og fyri tað mesta turt. Hitin fer at liggja um 2 til 4 stig.